Klaksvíkar kommuna kunnaði í síðstu viku um, at umhvørvis- og býarskipanarnevndin hevði funnið eina loysn viðvíkjandi avbjóðingunum, sum hava verið við flísalagnum í økinum kring eystur- og suðursíðuna av handils- og íbúðarbygninginum við Biskupstorg.

Avtala við veitarin er nú undirskrivað, og umfatar arbeiðið millum annað, at nakað av flísalagnum verður tikið uppaftur og annað verður lagt á. Fyrsti partur av arbeiðinum væntast at fara í gongd um 14 dagar.

Klaksvíkar Kommuna

SO VERÐUR TAÐ GJØRT, sjá filmsklipp her frá 8. november 2020:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: