FLESTU TILTØKINI HALDA FRAM


Støðan við koronu ávirkar framvegis stovnarnar á trivnaðarøkinum, og tí halda flestu tiltøkini fram í komandi viku. Tó letur Snjallabjalla uppaftur, men neyðugt verður við tilmelding, tí tilboðið verður krøkt í eina serskipan, sum verður galdandi fyri næmingar í 1. – 3. flokki á Skúlatrøð.

Skúlatrøð og Snjallabjalla
Skúlaleiðslan á Skúlatrøð hevur boðað kommununi frá, at teimum er mælt til at stongja skúlan í komandi viku frá 8. til 15. novembur. Í høvuðsheitinum verður undirvísingin skipa soleiðis, at grunddeildin fær heimasetning og restin av næmingunum fáa fjarundirvísing.

Skúlin fer tó at hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í og 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig.

Boðast skal frá á telduposti skulatrod@skulin.fo innan sunnudagin 7. november kl. 15:00. Foreldur skulu upplýsia navn á næmingi, flokk, hvørjar dagar tørvur er á ansing, eins og navn og telefonnummar hjá foreldrunum.

Tilmeldingin til serkipanina í skúlanum er samstundis tilmelding til Snjallubjallu, sum verður opin fyri børnum í 1. og 2. flokki í tíðarskeiðinum 8. november til 12. november. Snjallabjalla tekur ímóti næmingunum kl. 12.00 allar dagarnar.

Dagstovnarnir
Barnahúsið Margit og Fjallafípan lata uppaftur, sum ætlað, mikudagin i komandi viku, eftir eina viku afturlatnir.

Hinir dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tá ið korona rakar eina stovu á dagstovninum, ávirkar tað fyrst og fremst stovuna. Stovnurin verður sostatt fyrst raktur, um fleiri stovur á stovninum fáa staðfest smittuna. Men í hvørjum einstøkum føri, verða átøkini sett í verk í samráð við heilsufakliga myndugleikan.

Starvsfólk á dagstovnaøkinum verða eisini rakt av koronu í teirra egna heimaumhvørvi. Um dagstovnur manglar starvsfólk í einari stovu, kann leiðarin stytta um upplatingartíðina hjá viðkomandi stovu. Leiðarin boðar foreldrunum frá hesum beinleiðis.

Kommunala dagrøktin
Dagrøktin heldur fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur spælistovan framhaldandi stongt.

Húsið
Húsið verður framhaldandi stongt.

Tónlistaskúlin
Tónlistaskúlin hevur boðað kommununi frá, at undirvísingin heldur fram umvegis netið, har tað ber til. Onnur undirvísing er avlýst.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: