Fleiri koronukanningar komandi dagarnar

Sjúkrahúsverkið ger slakar 2.000 koronukanningar í dag, men enn er eftirspurningurin stórur. Ongar kanningartíðir eru eftir í dag, men latið verður upp fyri fleiri hesar næstu dagarnar.
Beinanvegin í morgun, tá ið tað frættist, at koronusmittan av álvara hevði tikið seg uppaftur, lótu tey trý stóru kanningarstøðini upp fyri fleiri kanningum.
Arbeitt verður allatíð við at víðkað um upplatingartíðirnar, og bæði í Tórshavn og í Klaksvík verður kannað fyri koronu aftur í morgin. Í Trongisvági lótu tey upp fyri nýggjum bókingum seinnapartin, og har verður kannað so leingi fólk eru í bíðirøð.
Fólk kunnu bíleggja tíð til koronukanning á corona.fo.
Eina løtu fyrrapartin var trýstið á bíleggingarskipanina so stórt, at hon gjørdist óvirkin, men skipanin var virkin aftur skjótt.
Heilsumálaráðið