Lokal tíðindi Tíðindi

Fleiri enn 4.500 hava roynt skoytubreytina

Nýggja skoytubreytin, sum varð tikin í nýtslu 7. desember 2019, hevur verið sera væl vitjað. Hóast veðrið hevur darvað nakað, og møguligt einans hevur verið at havt opið í 14 dagar, so hava dagliga 375 fólk í miðal roynt skoytubreytina.

-Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at royndarkoyringin av skoytubreytini veruliga hevur víst, hvussu hon í framtíðini kann skapa grundarlag undir menning og trivnaði í okkara nýggja miðbýi. Fleiri sera góðar hátíðarløtur hava longu verið kring skoytubreytina, har nevnast kann handanin av Ársins Rósu, sum savnaði fleiri 100 fólk.

-19. januar 2020 verður seinasti dagur, har møguleiki verður at skoyta á hesum sinni. Men fyri framman liggur ein spennandi tíð, tí næsta stig verður, at gera undirlagið undir skoytubreytini heilt liðugt. Hetta fer at prýða um økið til summarhálvuna, men fer eisini at virka til, at lættari verður at klárgera skoytubreytin komandi vetur, sigur Jógvan Skorheim.

Kate Hammer, sum hevur samskipað arbeiðið við skoytubreytina í ár, sigur, at arbeiði hevur gingið sera væl. Kate sigur, at ítróttarfeløg og áhugafelagskapir í býnum hava víst stóran áhuga í, at passa básin, har útleiganin av skoytunum hevur verið. Øll hava víst stórt arbeiðssemi, og sigast má, at bæði starvsfólk og vitjandi hava verið sera væl nøgd við avgreiðsluna.

Framkomna skipanin, sum samantvinnur sjóhitan og skoytubreytina hevur eydnast væl. El-útreiðslurnar hava samsvarað við inntøkurnar, sum eru komnar inn, og tí kann staðfestast, at sjóhitaskipanin veruliga hevur rokkið eitt av sínum endamálum.

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.