Visit Norðoy hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan faldara við 18 ítøkiligum upplivingum til ferðafólk í summar

Gongutúrar, rundvísing og ølsmakking á Føroya Bjór, mentanarligur seinnapartur í Spaniastovu, familjutúrur til Svínoyar, leiga av árabátum, túrar við seglskipinum Draganum ella skjóttgangandi Rib-báti, havsvimjing og heitur pottur í Hvannasundi, heimablídni og møguleiki at koma tætt at kvæðunum. Hetta er nakað av tí, sum ferðafólk kunnu uppliva í Norðoyggjum í summar.

Upplivingarnar eru savnaðar í nýggjum faldaranum Experience the Northern Islands : Catalogue 2018 sum Visit Norðoy júst hevur givið út. Talan er um eina fleirfaldan í útbóðið av upplivingum í mun til undanfarin ár.

Faldarin er eitt ítøkiligt úrslit av evniskvøldið um ferðavinnumøguleikar í Norðoyggjum, sum Visit Norðoy og Íverksetarahúsið skipaðu fyri í mars mánað í ár. Endamálið var at birta hugin hjá enn fleiri at bjóða seg fram innan ferðavinnu í Norðoyggjum, og hetta hevur riggað væl.

* Íverksetarakvøldið gjørdist startskotið til samstarv við fleiri spennandi íverksetar innan ferðavinnu í Norðoyggjum. Vit vistu framman undan um fleiri, sum arbeiddu við ferðavinnuhugskotum, men vit eru ovfarin av hvussu stór undirtøkan hevur verið, sigur Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari.

Endamálið við faldaranum er at bjóða Norðoyggjar fram sum eina heild, og at gera tað lættari hjá ferðandi at finna fram til upplivingar í Norðoyggjum.

Fyri at røkka einum so breiðum málbólki sum gjørligt, so er faldarin í fyrstu syftu útgivin á enskum. Upplivingarnar eru tó ætlaður bæði føroyskum og útlendskum ferðandi.

Faldarin verður borðin út til ferðavinnu aktørar seinni í vikuni, og hann er eisini at finna á her:

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author