Flagið loyst til 48 leigubústaðir undir Kongavarða

Ein gleðisdagur i dag, nú fyrsta flagið er loyst til 48 leigubústaðir undir Kongavarða.
Hetta var okkara fremsta mál, tá ið vit tóku við 1 jan 2017. Samskift hevur eisini verið við eigarafeløgini undir Kongavarða og i fjør komu vit til eina niðurstøðu at minka um talið av íbúðum og lata restina av økinum, ið er áleið 3500 m2 til fríøki til allar íbúgvar undir Kongavarða.
Nú kunnu so 48 familjur gleða seg til ein leigubústað, ið stendur liðugur um áraskifti 👍
Annika Olsen
Tórshavnar Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: