Fjepparatiltak áðrenn landsdystin við Djúpumýru


Týsdagin 7. juni fara U21 dreingirnir á vøllin til seinasta dystin í hesari EM undankappingini.

Mótstøðuliðið er Serbia, sum í løtuni er á triðja plássi í bólki H við 11 stigum, tvey stig frammanfyri Føroyar á fjórða plássi, og tá liðini hittust í Serbia í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

Lagt er tí upp til ein spennandi dyst, sum verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, og í hesum sambandi skipa Bláa Bylgjan og KÍ fyri spennandi fjepparatiltaki við upphiting til dystin beint við Atlantis.

Tiltakið byrjar kl. 15.00, og á skránni verður andlitsmáling, tónleikur og ymisk stuttlig fótbóltsspøl. Harumframt verða grillaðar pylsur og sunkist ókeypis at fáa. Tiltakið er ókeypis fyri øll, sum hava atgongumerki til dystin – til ber at keypa atgongumerki her:

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/1504006/order/info

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag
Rói Clementsen

Vit síggjast - News.fo
Vit síggjast – News.fo
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: