Tað eydnaðist hesuferð at gera eina fiskiveiðuavtalu við Russland fyri 2023, hóast Aksel, Høgni, Bárður, Ruth, Jenis og Sjálvstýrið vóru ímóti. Vit stríddist og eru takksom fyri, at vit, saman við góðum kreftum í samgonguni sum var, kundu koma á mál.

Fiskiveiðisamstarvið við Russland hevur sera stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og tí er tað ábyrgdarleyst av omanfyri nevndu at slíta alt samstarv við Russland. Tey høvdu heldur onki boð uppá, hvat skuldi gerast við tey hundraðtals húskini, sum hava sítt inntøkugrundarlag beinleiðis frá fiskiskapinum í Barentshavinum og øllum tí avleidda virkseminum í Føroyum, bæði á fiskavirkjum og hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri russisk fiskiskip í Føroyum.

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í 100 ár, og síðan fiskimørkini blivu flutt út á 200 fjórðingar, hava vit gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland. Vit hava serkunnleika í at gagnnýta toskin í Barentshavinum við mest framkomnu skipunum í heiminum, meðan russar hava serkunnleika í at gagnnýta serliga svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Ein góð avtala fyri báðar partar.

Russland er ein stór fiskiveiðitjóð og hevur nógv virksemi her í Norðuratlantshavinum. Russland er strandaland í gagnnýtsluni av sildastovninum og er partur av býtinum av makrel- og svartkjaftastovninum í altjóðasjógvi (NEAFC).

Skulu vit í framtíðini hava burðardygga gagnnýtslu av hesum fiskastovnum, sum hava stóran týdning fyri Føroyar, er neyðugt at hava Russland við í komandi avtalum um býtið av hesum stovnum.

Um vit onga fiskiveiðiavtalu hava við Russland, sleppa føroysk skip ikki í russiska partin av Barentshavinum, men tað er sannlíkt, at russar so fiska tað teir skuldu fingið frá okkum av svartkjafti, sild og makreli í altjóða sjógvi í staðin fyri.

Vit gera fiskiveiðiavtalur við onnur lond fyri at spjaða váðan í vinnuni og fyri at hava ein fjølbroyttan flota. Fiskiveiðiavtalan við Russland, sum er nógv tann størsta, er ein liður í hesum politikki.

Fyri Føroyar hevur tað verið av stórum strategiskum týdningi at hava fiskivinnusamstarv við Russland. Okkara sterka støða sum fiskivinnutjóð í Norðuratlantshavinum minkar munandi, um vit slíta fiskivinnusamstarvið við Russar.

Virksemi í Barentshavinum er eisini grundarlag undir virksemi á landi í Føroyum, bæði tí at vinningur úr Barentshavinum heldur gongd í virksemi á landi, og tí fiskurin úr Barentshavinum er rávørugrundarlag hjá flakavirkjum.

Umframt alt hettar hava vit feløg og vinnur, sum umboða og veita tænastur til russisk fiskiskip, sum koma føroyskar havnir. Hettar virksemi hevur eisini stóran týdning.

Tað eru eftir hondini nøkur ár síðan, at vit avtalaðu, at russisk skip skuldu koma í føroyska havn at umskipa og bunkra. Tað vóru serliga tríggjar orsøkir til tað. Avtalan í NEAFC um at hava eftirlit við og forða fyri ólógligum fiskiskapi, at forða fyri oljudálking av bunkring á opnum havi, og so at fáa økt virksemi í Føroyum av russiskum skipum.

Eg kundi hildið áfram at lýst týdningin av samstarvinum við Russland, eisini í samband við “makrelstríðið”, men tað fer at liggja hesaferð.

Samanumtikið kann sigast, at samstarvið við Russland er grundarlagið undir inntøkuni hjá fleiri hundrað húskjum í Føroyum, sum høvdu verið slept uppá fjall, um ongin avtala var gjørd, fyri ikki at tala um fyritøkurnar, sum fiska í Barentshavinum og hava gjørt og gera íløgur í nýggj vinnutól fyri tils. 1,2 milliard.

Floksformenninir Aksel, Høgni, Bárður, Jenis, Ruth og Sámal Petur vilja slíta fiskivinnusamstarvið við Russland.

Tað vil Fólkaflokkurin ikki.

Hugsið um tað 8. desembur.

Velji Fólkaflokkin

Jacob Vestergaard

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: