Fiskiskapurin smáligur hjá smáu trolarnum

Dýrindal kom aftur klokkan 06:30 í morgun. Teir høvdu trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Tosaði við skiparan Aksal Dahl Olsen og segði hann at fiskiskapurin er sera smáligur fyri tíðina, næstan ongin.

Hesin túrurin gjørdist ein av teimum stuttu, vit fóru túr mánadagin og eru longu komnir inn aftur.

Vónandi fáa vit ein hampuliga prís fyri fiskin. Manningin var blíð í morgun, matvørudeildin hjá Tekniska Skúlanum í Klaksvík fekk eina kálvaspraggu frá teimum og hana fara vit at brúka í komandi viku, har vit fara at gera ein fiskarætt frá hesum kálvanum.

Veiðan hjá Dýrindal bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 18.400 pund, tað mesta var reyðsprøka og tunga, 6.800 pund reyðsprøka, 4.900 pund tunga, 4.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS og byrjaðu teir at landa Dýrindal klokkan 07:00 í morgun.

Takk fyri kálvaspragguna tit fýra umborð og til skiparan Aksal Dahl Olsen.

SáH

Myndir tiknar í morgun tann 28.08.2020 klokkan 06:38.

DÝRINDAL – ( KG 474 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 24-08-2020 28-08-2020 9.200

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author