Fiskaklettur og Dýrindal fullir upp undir lúkurnar og á dekkinum

Fiskaklettur og Dýrindal eru komnir aftur til Klaksvíkar. Fiskaklettur kom aftur í nátt og nú klokkan 15:00 kom Dýrindal.

Fiskaklettur hevði 65.000 pund og Dýrindal umleið 38.000 pund ella meira. Tað mesta er toskur.

Teir hava roynt norður úr Mykines í I kassanum og kláraði Dýrindal at fylla skipi eftir gott 23 tímum, har teir eisini hava fisk á dekkinum.

Super góð tíðindir og vælkomin heim sjóvgarparnir hjá okkum.

SáH

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author