Í morgin kemur Fiskaklettur á Klaksvík við 47.900 pundum. Teir byrjaði fiskiskapin tann 16. juni og tað mesta er toskur, tunga og havtaska.
Fiskaklettur hevur roynt á landleiðini norðanfyri og eystanfyri.
Veiðan varð boðin út á Fiskimarknaðinum Føroya.
Sum sagt, so hevið Fiskaklettur 47.900 pund og var prísurin fyri veiðuna 417.944,00 kr.
Kelda: fmf
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: