Fiskaklettur landar júst nú 50.000 pund til NFCS

Fiskaklettur, sum kom aftur tíðliga í morgun landar júst nú 49.570 pund til NFCS.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var havtaska, heilið 34.200 pund, so teir hava havt ein góðan túr. Sjá søluna herundir.
Fiskaklettur byrjaði túr fyri einari viku síðani tann 13. mars og hava teir fiska við troli norðanfyri og á Skeivabanka.
Her myndir tiknar í morgun.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: