Fiskaklettur komin inn við 50.000 pundum

Fiskaklettur kom tíðliga inn í morgun av góðum túri. Teir høvdu trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 50.212 pund, tað mesta var longa og tunga, 17.800 pund longa, 9.600 pund tunga og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 21. juni og við vóru 4 mans.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Fiskaklett klokkan 06:00 í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 21-06-2022 27-06-2022 25.106
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: