Fiskaklettur komin inn við góðum 20.000 pundum av havtasku

Fiskaklettur kom tíðliga aftur í morgun. Teir hava trola á Skeiva Banka.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 21.100 pund, tað mesta var havtaska 19.300 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir byrjaði túr tann 25. november.
Landa bleiv til NFCS í morgun.
SáH
FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 26-11-2020 | 02-12-2020 | 10.550 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: