Fiskaklettur komin inn við 21.000 pundum

Myndir tiknar í morgun, gott lag á monnum, myndin sindur myrk, men tað var eisini eitt sindur tíðliga í morgun.

Fiskaklettur kom aftur klokkan 07:15 í morgun. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 20.840 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 8.600 pund hýsa, 6.500 toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 5. november.

Við vóru fýra mans og skiparin var Jógvan Petersen.

Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Fiskaklett klokkan 08:00.

Her filmsklipp og myndir.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 05-11-2022 11-11-2022 10.420

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: