Fiskaklettur kom aftur kl. 06:30 við 52.266 pundum

Í mjørkaðnum í morgun kom Fiskaklettur aftur frá góðum túri. Teir hava trola á landleiðini/eystanfyri og komu aftur kl. 06:30 í morgun.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa teir nú 52.226 pund til NFCS. Tað mesta var toskur, tunga og havtasku, 17.900 pund toskur, 14.104 pund tunga, 11.858 havtaska, 5.684 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag.

Fiskaklettur byrjaði túr tann 03. juli og her filmsklipp og myndir, sjá niðanfyri.

SáH

Mynd tikin tann 11.07.2019, klokkan 06:30.
Mynd tikin tann 11.07.2019.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: