Fiskaklettur kom aftur kl. 04:00 í morgun við 50.000 pundum

Var ein túr á kajuni í morgun nakað yvir kl. 04:00 og tosaði við manningina á Fiskakletti og løgdu teir væl at túrinum. Teir høvdu eitt sindur yvir 500 kassar og tá ið tað er 100 pund í kassanum, so var veiðan góð 50.000 pund.

Teir høvdu trola á landleiðini/eystanfyri.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa verður nú klokkan 6. Tað mesta var toskur og havtaska, eisini høvdu teir 10.200 pund av tungu, restin var annað fiskaslag.

Teir byrjaði túr tann 8. juni. Við vóru 4 mans og skipari var Jógvan Petersen.

Landa blívur til NFCS júst nú.

Lýsing:

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.