Fiskaklettur kom á Klaksvík klokkan 07:30 í morgun

Fiskaklettur, sum hevur roynt við troli norðan fyri Føroyar, kom á Klaksvík klokkan 07:30 í morgun.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teir góð 50.000 pund. Tað mesta var toskur, 27.400 pund, 12.800 pund hýsa, 1580 pund upsi, restin onnur fiskasløg, sjá søluna herundir.
Fiskaklettur byrjaði túr tann 31. oktober og landaði í morgun til N.F.C.S.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: