Klokkan 06:20 í morgun kom Fiskaklettur inn eftir vágni.

Teir hava trola eystanfyri og norðanfyri Føroyar og vardi túrurin eina viku.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var hon 57.300 pund, helvt um helvt toskur og havtaska, sjá søluna og myndir herundir.

Landa bleiv til NFCS.

Fiskaklettur byrjaði túr mánadagin 28. januar.

Myndin tikin tann 04.02.2019 kl. 06:24

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: