Fiskaklettur hevði 43.000 pund í dag

Fiskaklettur kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu trola á landleiðini og norðan fyri.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 43.118 pund, tað mesta var havtaska, tunga og toskur, 13.900 pund havtaska, 9.810 pund tunga, 7.400 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa var til NFCS klokkan 08:00 í morgun.

Við vóru fýra mans og skiparin var Jógvan Petersen.

Teir byrjaðu túr tann 05. juli.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 05-07-2021 12-07-2021 21.559
Please follow and like us: