Fiskaklettur hevði 37.000 pund í dag

Fiskaklettur kom tíðliga aftur í morgun. Teir hava trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 37.140 pund, tað mesta var tunga, reyðsprøka og toskur, 16.700 pund tunga, 7.100 pund reyðsprøka, 6.800 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 14. juli.

Landa blívur júst nú til NFCS og teir byrjaðu at landa Fiskaklett klokkan 06:00

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 14-07-2021 23-07-2021 18.570

 

Please follow and like us: