Fiskaklettur góðan túr, 56.200 pund

Fiskaklettur landaði tíðliga ígjár. Teir høvdu trola norðan fyri Føroyar og høvdu ein góðan túr.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 56.180 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 30.600 pund toskur, 10.000 pund hýsa, 6.000 pund upsi og restin annað fiskaslag.
Teir byrjaði túr tann 04. mars, sostatt vóru teir úti í góða viku.
Við Fiskakletti eru fýra mans.
Landa bleiv til NFCS klokkan 7:00.
SáH
FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 04-03-2020 | 12-03-2020 | 28.090 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: