Fiskaklettur er komin aftur við 36.000 pundum

Fiskaklettur kom tíðliga aftur í morgun. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.860 pund, tað mesta var havtaska og reyðsprøka, 13.500 pund havtaska. 7.160 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 12. august.

Landa bleiv til NFCS og teir byrjaðu at landa klokkan 6 í morgun.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 12-08-2020 20-08-2020 17.930

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author