Fiskaklettur aftur av orduligum roktúri

Fiskaklettur kom aftur beint fyri klokkan 13 í dag og høvdu teir skít fult skip. Teir høvdu trola norðan fyri Føroyar.
Teir høvdu umleið 60.000 pund og tá er báturin fullfermdur 600 kassar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 56.636 pund, tað mesta var toskur, 45.430 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Við vóru fýra mans og skiparin var Jógvan Petersen.
Teir byrjaðu túr tann 16. apríl.
Landa blívur nú í Klaksvík.
FISKAKLETTUR – ( TN 415 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 16-04-2020 | 21-04-2020 | 28.318 |
Her nakrar myndir tiknar í dag.
SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: