Fípan vann einn tryggan sigur, fult stigatal og Føroyameistarar

 

Fípan Fagra fekk ein góðan start og legði seg á odda frá byrjan av, Teistin royndi at hanga í, men tá ið tær komu inn móti Molanum byrjaði Fípan at økja um leiðsluna.

Tær vóru hálva bátslongd frammanfyri og tá ið 300 metrar vóru eftir vóru tær eina bátslond frammanfyri og tær økti allan vegin inn og tá ið teir komu á málið vóru tær 2-3 bátslongdir fremst og komu klárt fyrstar á mál, sjá mynd herundir.

Spenningurin var um annað plássið og har gjørdist tveir bátar nummar tvey, tær vóru púra javnar, nevnliga Teistin og Firvaldur og blivu sostatt nummar tvey bæði á Ólavsøku og í FM stríðnum.

Stórt tillukku Fípan Fagra við sigrinum og Føroyameistaraskapinum.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: