Fípan Fagra vann og gjørdist Føroyameistarar

Ein sera spennandi róður var hjá 5 mannafør dreingjum ímillum Fípuna Føgru og Heyk, teir báðir bátarnir vóru tríggjar bátslongdir frammanfyri hinar bátarnar og tá ið teir nærkaðist málinum, so gjørdi Fípan Fagra ein ordans endaspurt og hann kláraði akkurát at blíva nummar eitt.
Fípan Fagra hevði tíðina 04:39.10 og nummar eitt og Føroyameistarar. Nr. 2 Heikur við tíðini 04:39.36 og nummar trý Ørnin 04:47.04.
Fantastiska flott klára og teir vunnu Ólavsøkuróðurin og gjørdist Føroyameistarar.
Stórt tillukku Fípan Fagra.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: