Fimm tilburðir í gjár

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í trimum førum er smittukeldan kend, í einum føri er tilburðurin staðfestur á 4. degi eftir komu til Føroya, og í hinum førinum er smittukeldan ókend.

880 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 21 smittað í Føroyum.

Fleiri tøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: