Fimm smittutilburðir í gjár

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, fríggjadagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.
Allir tilburðir eru av kendari smittuketu.
1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 275.493 kanningar.
712 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 42 persónar smittaðir við koronu, og 506 fólk eru í sóttarhaldi.
Heilsumálaráðið
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: