Fimm smittutilburðir í gjár

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fýra persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við einari kanning fýra dagar eftir, at viðkomandi kom til landið.
Í gjár vórðu 1056 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 175.642 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 525 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið