Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir smittutilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 2656 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 191.632 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 561 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna

Please follow and like us: