Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tríggir tilburðir eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir. Tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 199.165 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 610 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 547 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: