Fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum

Hetta vikuskiftið er Fimleikafagnaðurin í Norðurlandahúsinum. Í ár luttaka Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk, Fimleikafelagið Ljósið og fyri fyrstu ferð luttaka Tvøroyrar og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Evnið “Kongaríki”, sum feløgini lýsa við rørslum, tónleiki og ljósi. Tað krevur hugflog og listaligt snilli, at skapa rørslir sum vísa ymisk hugløg og søgugongdina í framførsluni.

Við yvir 400 luttakarum er hetta størsta fimleikasýningin í árinum.

Í 2017 vann Fimleikafelgið Ljósið við evninum “ætt”.

Allar 3 sýningar eru útseldar.

Kappingin verður stroymað til sunnudagin kl.17.00, tá vinnarin verður avdúkaður.

Føroya Fimleikasamband

Myndir: Haldur Suni Johansen

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.