Filmsklipp Stakkavík í sjassveðrið tann 19.02.2020

Tað gjørdist satt illveður í gjár tá Stakkavík var á veg inn av útróðrið. Skiparin Andru Poulsen tók hetta filmsklippið, sjá niðanfyri, sær ikki tespiligt út.
Stakkavík kom aftur umleið klokkan 18:20. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 6.332 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 3.750 pund toskur, 2.464 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 19-02-2020 | 19-02-2020 | 3.166 |
Filmsklipp Andru Poulsen
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: