Filmsklipp og myndir: Sjúrðaberg kom á Klaksvík klokkan 11:45 í dag

Ein sera vøkur sjón tá ið Sjúrðaberg kom á Klaksvík í góða veðrinum í morgun á fyrsta sinnið.

Teir fóru úr Cuxhaven leygardagin, so túrurin hevur gingið skjótt og gott, nú teir longu eru í Klaksvík.

Tað var Hanus Hansen, sum tók ímóti endanum og eg fekk eitt prát við reiðaran og í meðan vit tosaði, so slitnaði stóru togendin, men tíbetur rakti hann ongan.

Rólvur í Norðnástovu sum var skipari hendan fyrsta túrin, var sera róligur, Hanus bað hann bakka eitt sindur og teir fingu ein annan enda á land og so var tann trupuleikin loystir.

Nakað av fólki vóru á kajuni, men har slapp ongin umborð og ongin slapp í land vegna Korona.

Manningin skal kannast fyri Korona og eru teir allir negativir, so sleppa teir í land.

Sjúrðaberg skal fiska kongafisk í Irmingarhavinum og eisini skal hann fiska av kvotuni í Barentshavninum. Skipara vera Rólvur í Norðnástovu og Ásmundur Olsen. 50 mans vera við skipinum.

Vit ynskja reiðarí, skipara og manning góðan byr í framtíðini. Tað var doyligt at fáa ein nýggjan Sjúrðaberg til Klaksvíkar aftur.

Her myndir tiknar í dag tann 25.08.2020.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author