Filmsklipp: Líðhamar kom aftur klokkan 04:00 í morgun

Líðhamar kom aftur frá útróðri klokkan 04:00 í morgun, sjá filmsklipp herundir.
Líðhamar hevur 13.000 pund í morgun á 48 stampum. Líðhamar hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar ella í Djúpunum.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.984 pund, tað mesta hýsa og toskur, 6.910 pund hýsa, 6.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Teir hava nú lagt at bryggju á vestur síðuni og bíða eftir tørni at landa til NFCS.
Landa bleiv klokkan 08:00.
SáH
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 17-01-2020 | 17-01-2020 | 6.492 |
Lýsing Norðoya Sparikassi
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: