Filmsklipp: Klakkur farin til Flemish Cap

Týsdagin klokkan 17:00 fór nýggjasta skipi í flotanum Klakkur til Flemish Cap.

Nakað av fólki vóru og søgdu farvæl og einasti fjølmiðlarnir á kajuni var News.fo og Norðoya Portalurin.

Veðrið var einki serligt og tað gekk ein løta til Klakkur fór frá bryggju, men so fóru teir út eftir Vágni, her nakrar myndir, sjá niðanfyri.

Sunnukvøldið fóru fýra línuskip avstað, tey vóru Jákup B., Jógvan I, Kambur og Stapin.

Tað eru sjey skip sum hava fingið loyvi at royna á Flemish Cap. Umframt tey línuskipini sum fóru sunnukvøldið hava eisini Eivind, Klakkur og Ågot fingið loyvi at royna á Flemich Cap.

Toskakvotan á Flemish Cap er nógv minka í ár, í mun til í fjør. Í ár er kvotan 1.907 tongs og er alt felagskvota og í fjør var kvotan 3.911, so hon er farin niðurum helvtina.

Her filmsklipp, tá ið Klakkur fór sín fyrsta túr undir føroyskum flaggið.

Vit ynskja skipunum ein skjótan og góðan túr.

SáH

 

Lýsing VARP

Please follow and like us:

One thought on “Filmsklipp: Klakkur farin til Flemish Cap

  1. Pingback: old facebook

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.