Filmsklipp: Hoyr ungdómin frá barnaheiminum í Uummannaq syngja umborð á Ågot

Ågot fór avstað aftur til fiskiskap í gjárskvøldið eftir at teir broti túrin av vegna ódnina sum herjaði seinasta vikuskiftið.

Beint áðrenn teir skuldi leggja frá landi, fekk skiparin og manning vitjan frá ungdóminum úr barnaheiminum í Uummannaq og sum sungu fyri manningini. Hetta skrivar Skiparin Hjalti Poulsen á sínum Facebook vanga:

Ikki frítt at tankarnir fóru til Grønland, nú tá hesar fittu ungdómarnir úr barnaheiminum í Uummannaq, komu umborð at syngja fyri okkum, nú tá vit fóru avstað í kvøld, tey eru og vitja í Førðoyum, og Skullu búgva heima hjá okkum í nakrar dagar, 😊👍
Tak for fantastiskt god sang, i må hilse i Uummannaq fra os med Ågot 😊👍

Hoyr ein av sangunum her, sum Hjalti Poulsen hevur tikið upp.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskja tykkum skjótan og góðan túr.

SáH

Hjalti Poulsen legði eisini hesi trý filmsklipp út leygardagin 29.02.2020, tá ið teir drógu tað síðstu línuna inn og silgdu inn vegna kolandi stormin. Hesi klipp eru víst túsundvís ferðir á Facebook og komu eisini í Dag & Viku í gjár, her eru tey.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.