Filmsklipp: Elmar Ósá gjørdi eitt satt bragd

Í góðar 37 tímar svam, súkklaði og rann Elmar heilið 452 kilometrar, har hann gjørdi bragdi at gera ein dupultan Ironman og beint áðrenn klokkan 20:00 í gjarskvøldið kom hann á mál á Tórsbreyt, har hópin av fólkum við borgmeistarnum Anniku Olsen sum tóku ímóti og Elmar Ósá græt av gleði tá ið hann endiliga kom á mál og tað gjørdist ein rørandi løta á Tórsbreyt.
Elmar takkaði øllum sum høvdu hjálp honum og takkaði fyri stuðulin til Autistafelagið.
Borgmeistarin í Tórshavn Annika Olsen helt røðu fyri Elmari og har bleiv rópt eitt stórt trýfaldu hurrá fyri stóra bragdi. Tit hoyra røðuna á filmsklippinum herundir.
Elmar Ósá rann fyri at savna pening inn til Autistafelagið og væl av pengingini er komi inn, men enn er ikki upplýst hvussu nógv Elmar Ósá rann inn.
Stórt tillukku Elmar Ósá, tú gjørdi eitt satt bragd.
Her filmsklipp frá KVF, klikk her “Svomið, súkklað og runni 452 kilometrar”
Niðanfyri er filmur frá Autistafelagið, sum Símin Ósá bróður Elmar hevur tikið upp og sum tey hava lagt út á teirra Facebook síðu, sjá herundir.
Lýsing Grillin hjá Símun: