Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava í dag gjørt semju

Sáttmálaskeiðið er 3 ár og 3 mánaðir, frá 1.10.2019 til 31.12.2022.
Lønarhækkingin fyrsta árið er sum hjá øðrum feløgum, meðan lønarhækkanirnar annað og triðja árið eru í krónum.
ánaðarlønin hækkar 795 kr. 1. oktober 2019.
Mánaðarlønin hækkar 698 kr. 1. januar 2021.
Mánaðarlønin hækkar 499 kr. 1. oktober 2021M.
Herumframt eru onkrar smávegis broytingar í sáttmálatekstinum.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at lønarhækkanirnar eru í krónum øll trý árini, soleiðis at tey lægstløntu fáa lutfalsliga hægri lønarhækkan enn tey hægri løntu.
Semjan kann lesast her.
Fíggjarmálaráðið 14. desember 2020.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: