Fíggjarlógin 2022: Búskapurin og vælferðin í tryggum hondum

Føroyar hava havt ein sterkan búskap seinastu árini. Tí var samfelagið væl brynjað til heilsukreppuna, sum rakti heimin á várið í fjør. Í stóran mun var tað privati eftirspurningurin, sum helt lív í tænastuvinnunum. Sterka vinnulívið helt lív í framleiðsluni, hóast umheimurin at kalla steðgaði upp.

”At einstaklingurin tók ábyrgd, at fakfeløg tóku ábyrgd og at vinnan tók ábyrgd er orsøkin til, at vit enn hava ein sunnan búskap, og at vit í dag hava ráð til vælferðina.”
Samanborið við onnur lond, eru Føroyar higartil komnar væl gjøgnum koronukreppuna, bæði heilsuliga og búskaparliga. Góða gongdin ger tað møguligt framhaldandi at útbyggja vælferðina.

”Vit raðfesta heilsuøkið meir enn nakrantíð. Vit raðfesta trivnað og útbúgving. Vit raðfesta burðardyggan vøkstur, tí soleiðis varðveita vit vælferðarstøðið. Vit hava framhaldandi stóran fólkavøkstur. Vit hava ein vaksandi miðalaldur í samfelagnum, og harvið fleiri fólk, sum hava brúk fyri almennum tænastum. Kortini megna vit at hava avlop á fíggjarlógini á 65 milliónir krónur.

Orsøkin er, at vit halda aftur við íløgum og øðrum útreiðslum. Hetta er skynsamt í góðum tíðum, tá ið búskapurin er heitur, og hetta er eisini tekin um ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk,” sigur løgmaður.

Útlit eru til, at fólkavøksturin heldur fram, og at miðalaldurin eisini fer at vaksa í nøkur ár. Tí er tað átrokandi at spyrja, hvørjum vit skulu liva av, og hvussu vit framhaldandi varðveita og menna vælferðina.

”Skal vælferðin vera burðardygg, má búskapurin eisini vera burðardyggur. Tí mugu Føroyar í størri mun á eina kós, har burðardygd verður aðalmálið í øllum virksemi í samfelagnum. Vit skulu vera framsøkin, tí vit skulu vera fremst á grøna økinum. Og tað kunnu vit. Vit hava tøkniligu fortreytirnar. Vit hava dugnaligar hendur og nýhugsandi og kreativar heilar.

Løgtingsviðgerðin bar boð um, at breið semja tykist at vera um tað mesta. Tí er tað við góðum væntanum vit fara inn í framtíðina saman,” sigur løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Please follow and like us: