Fíggjarætlanin til viðgerðar í býráðnum

Á skránni til býráðsfundin hóskvøldið verður eitt nú fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu. Í uppskotinum sæst, at inntøkurnar eru mettar til 328 mió. kr., og raksturin 254 mió. kr. Hetta er ein hækking á ávikavist 6,1% og 4,7% í mun til fíggjarætlanina 2022. Býráðið hevur í uppskotinum sett 51,7 mió. kr. av til íløgur í 2023.

Býráðið hevur seinastu vikurar gjørt raðfestingar á rakstrar- og íløgusíðuni, eftir at fíggjarkarmurin bleiv samtyktur í oktober.

Av íløgum komandi ár hava nevndir býráðsins skotið upp at játta 10 mió. til liðugtgerð av útstykkingini á Fossum. Harumframt er eisini gjørt pláss á íløgusíðuni til tríggjar nýggjar barnagarðsstovur í Fjallafípuni, økið kring nýggja kappróðrarneystið og íløgur í vega- og parkeringsloysnir, eitt nú við Stangavegin.

Íløgur, sum býráðið á komandi býráðsfundi taka endaliga støðu til:

 

 

 

 

 

 

Í verandi uppskoti sæst eisini, at 10 mió. kr. eru settar av til avdráttir av lánum. Veður uppskotið samtykt, og verður hallið í ár 50 mió. kr., verður nettoskuldin við ársenda 71 mió. kr. oman fyri loyvda skuldarmarkið. Sostatt verður mett, at við avdráttum og hækking í persónsskattinum, verður nettoskuldin ultimo 2023 á leið 52 mió. kr. oman fyri skuldarmarkið.

Hóskvøldið skal býráðið somuleiðis áseta skattaprosentið og barnafrádráttin. Hesi eru í dag 20,75% og kr. 5.500.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: