Ferðslutrygdin á Skúlatrøð

Í samband við, at arbeitt verður við at betra um atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdina á Skúlatrøð, er vegarbeiði á skránni við Gerðagøtu sunnanfyri sjálvan skúlan.
Arbeiðsøkið fevnir um strekkið millum frítíðarskúlan Snjallubjallu og Tónlistaskúlan, og tað er innhegnað soleiðis, at ikki er gangandi til skúlan eftir gamla Skúlavegi.
Fyri at gera avseting og heintan av skúlabørnum við bili so trygga sum gjørligt, verður tí víst til hinar atkomumøguleikarnar til Skúlatrøð:
- Møguleiki er fyri avseting omanfyri tónlistaskúlan, haðani trygt er at ganga oman til skúlagarðin
- Møguleiki er eisini fyri avseting longri vesturi á Gerðagøtu, haðani trygt er at ganga til skúlaøkið, antin framvið Skótahúsinum ella eftir gongugøtuni framvið Ósánni
- Harumframt eru atkomumøguleikar eisini eftir Ósavegnum og Heygavegnum
Vegarbeiðið við Gerðagøtu heldur fram komandi tíðina og fevnir eitt nú um av- og ásetingarpláss, atkomuviðurskifti til Býarbussin og ferðsluljós, sum tilsamans skulu betra og økja um atkomuviðurskifitni og ferðslutrygdina á Skúlatrøð.
Kelda: www.klaksvik.fo
SáH