Ferðsluóhapp í Tunnlunum norð um fjall kl. 06:45

Umleið kl. 06:45 var boða frá, at eitt ferðsluóðhapp var á landsvegnum, millum báar Tunnlarnar Norð um Fjall.

Tveir bilar rendu saman og tvey fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

Í hesum sambandið eru Tunnlarnir stongdir.
Sjúkrabilar, Sløkkilið og løgregla eru á staðnum.

Nærri boð seinni/ vaktleiðarin.

Framhald kl. 07:15, koyrandi er aftur gjøgnum tunnlarnar.

(Myndin er tilgjørd).

Føroya Politi

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: