Ferðslan á summarfestivalinum 2022

Summarfestivalurin stendur aftur fyri durum, og vit gleða okkum til enn ein fantastiskan festival. Eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið umskipað í samband við festivalin.

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna mánadagin 1. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánamorgunin 8. august.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki.

Trýst her fyri at síggja ferðslubroytingarnar.

Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni, og ynskir somuleiðis øllum ein góðan Summarfestival.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author