Lesarabrøv

Felagskapurin MIRJAM hevur sent 60.000 kr til Korona hjálp í Liberia

Nú korona herjar allan heimin; hoyra vit valla góð tíðindi !

Um allan heimin sita menniskju og stúra! Nær rakar farsóttin Afrika? Vit vita, at Afrika er sera sárbart. Reinføri og matrot, er ein avbjóðing! Hvussu fáa tey reint vatn ?

Marknaðurin eru afturlatin. Hvør eistakur er í stórum vanda at fáa smittuna, sum ikki kann síggjast Tey skulu halda frástøðu og vaska hendur ! Men tað er ikki lætt at halda frástøðu, tá í tey búgva so tætt . Vanligt er, at 10 fólk búgva í einum rúmi. Tá ber ikki til at vera í sóttarhaldi um tú fært smittuna. Kvinnurnar sleppa ikki á marknaðin at selja, tá er eingin inntøka.

Umráðandi er, at vit- her heima – ikki falla í fátt, men royna at gera tað vit kunnu, at hjálpa teimum ikki at gevast á hendur !

Við okkara hjálp, eru vit við til at bjarga lív. “Mirjam” felagsskapurin hevur dagligt samband við Liberia og hevur keypt rís, spannir, sápu og klorin.

Umráðandi er at gjalda tað, sum skal gjaldast: leigu, el, internet o.a. so tey ikki standa úti á gøtuni, og megu búgva fleiri saman, enn tey nú gera. Viðlíkahald av vatnbrunninum er sera umráðandi. Tá krubban er tóm so bí́tast hestarnir, tað má ikki henda

Felagskapurin Mirjam hevur sent 60.000 kr til Korona hjálp í Monrovia Takk til tykkum øll sum áhaldandi stuðla arbeiðinum. Ynskir tú at stuðla, so er kontan 9865-3124724 Við merk korona hjálpin. Myndirnar siga sítt. Felagsskapurin Mirjam er ein sjálvsognarstovnur, ið byrjaði í smáum fyri 10 árum síðani. Í 2017 bleiv sjálvsognarstovnurin formliga settur á stovn við egnum viðtøkum, V-tali og skráseting hjá TAKS. Felagskapurin Mirjam er ein diakonalur felaskapur sum hevur bústað í Klaksvík og virkar við Kvinnu Ìverksetan í Liberia og Kenja Persónarnir sum standa handan Felagskapin eru Hilda Viderø, Johannes Johannessen úr Klaksvík og Anne Sophie Nordendal úr Bø

Mirjam

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.