Felags vanlukkutryggingin umfatar nú eisini heimavenjingar

Nú venjingarnar í ítróttafeløgunum kring landið eru steðgaðar, orsakað av koronatiltøkunum, er avgjørt at víðka felags vanlukkutryggingina til eisini at umfata heimavenjingar. Tað merkir, at fyribils er tað ikki ein treyt, at ein skaði er hendir undir ítróttakapping ella venjing fyri at fáa tryggingardekning.

Betri Trygging boðar frá, at “við støði í, at øll felagsvenjing er steðgað eftir tilmæli frá almennu myndugleikunum, eru treytirnar fyri felags vanlukkutryggingina broyttar. Tað er tí – í hesi serstøðu – ikki eitt krav, at venjingin skal vera fyriskipað av einum sersambandi/felagi. So leingi tilmælið frá almennu myndugleikunum um ikki at hava felagsvenjing stendur við, verður felags vanlukkutryggingin víðkað til at fevna um heimavenjingar.”

Sambært vanligu tryggingartreytunum, tekur tryggingin við undir ítróttakapping ella venjing, í Føroyum, sum er fyriskipað av tryggingartakaranum, t.e. ÍSF ella tess sersambondum. Somuleiðis tekur tryggingin við undir vanligari ferðing ella flutningi beinleiðis til og frá heimstaðnum hjá ítróttafelagnum í sambandi við kapping ella venjing, sum fer fram uttan fyri kommunumark. Tryggingin tekur bert við í Føroyum.

Tryggingartreytirnar kunnu lesast á heimasíðuni hjá ÍSF: https://isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/

Um spurningar eru til felags vanlukkutryggingina, ber til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF umvegis teldupost (isf@isf.fo) ella telefon (312606).

ÍSF

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.