Tað er ein sannroynd, at jú lættari man sum borgari kann sleppa av við rusk, tómar fløskur og íløt v.m., jú meiri fyribyrgir man, at hetta endar úti í náttúruni. Borgarar gera javnan vart við, hvussu lítið brúkaravinarlig fløskumóttøkuskipanin er í Føroyum, at man er noydd/noyddur at renna frá “Peri til Pól” fyri at sleppa av við fløskurnar. Soleiðis sum skipanin er sett saman, taka teir handlar, ið hava eina fløskumóttóku bert ímóti fløskum, sum handilin sjálvur selur. Úrslitið av hesum er, at antin verða fløskurnar settar uttanfyri fløskumóttøkuna, í øðrum lagi koyrdar á Brennistøðina og í triðja og ringasta føri enda tær úti í náttúruni. Skilagott hevði verið at fingið eina brúkaravinarliga skipan, har borgarin kann lata allar sínar fløskur og íløt inn á einum stað. Tí verða hesir spuringar settir landsstýrismanninum:

1.Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at endurskoða kunngerðina nr. 54 um íløt, úrdrátt og pant frá 31. mai 2007?

2.Heldur landsstýrismaðurin, at skipanin við fløskuinnsavnan virkar fullvæl í dag, og metir hann, at hon tekur atlit at brúkarunum?

3.Tekur landsstýrismaðurin undir við at fáa eina felags móttøkuskipan fyri fløskur, og at hesar móttøkuskipanir verða skipaðar kring landið?

Annika Olsen.

Fólkaflokkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author