Farstøðin á Syðradali má raðfestast


Síðan desember 2020 hevur ein vesivognur hjá Klaksvíkar kommunu staðið á havnalagnum á Syðradali. Hetta skuldi verða ein fyribils loysn, sum skuldi nøkta ein tørv meðan, ein farstøð bleiv bygd.

Soleiðis sigur, Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri, sum als ikki er nøgdur við gongdina í málinum, við at fáa bygt eina farstøð til eitt tað best umtókta ferðamálið í Føroyum.

– Nú nærkast summarið og ferðafólkatalið út í Kalsoynna er longu økt sera nógv, men enn hómast ongin farstøð. Vesivognaloysnin á Syðradali er als ikki nøktandi og kann slett ikki góðtakast.

– Samskift hevur verið við Landsverk um havnalagið í Syðradali seinastu fimm árini. Í 2020 gjørdi Landsverk eina tekning, sum bæði Klaksvíkar kommuna og Visit Faroe Island tóku undir við.

– Metingin var, at bygningurin kom at kosta kosta 1,8 mió. kr. Visit Faroe Island, sum ger eitt stórt arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroyar, játtaði tá eisini 500.000kr til arbeiðið.

Atli S. Justinussen sigur, at Landsverk skuldi standa fyri byggingini og møguligum viðlíkahaldi, meðan kommunan skuldi átaka sær uppgávuna at reka farstøðina á Syðradalskai.

– Klaksvíkar býráð arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðfólki, sum vitja Kalsoynna. Hetta er tó ein landsuppgáva at loysa, men sum vit avgjørt stuðla undir at fáa loyst væl, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: