Faroe Ship undirskrivað sáttmála við MTV-Byggivirkið um bygging av nýggjum pakkhúsi, frystigoymslu og verkstaði

Faroe Ship og MTV-Byggivirkið hava í dag skriva undir sáttmála um at byggja nýggjar bygningar á Skansabryggjuni.

Nýggju bygningarnir verða tilsamans 5.100m2 til støddar afturat verandi 1.500m2 í Gráa Pakkhúsi.
Bygningarnir verða eftir ætlan lidnir á heysti 2023.

Nýggju bygningarnir verða knýttur at verandi Gráa Pakkhúsi og koma í staðin fyri tað, sum í dag verður kallað Svarta Pakkhús. Svarta Pakkhús verður tikið niður í sambandi við umskipanina av økinum á Eystaru Bryggju.

Umskipanin av økinum á Eystaru Bryggju hevur eisini við sær, at Faroe Ship hevur ætlanir um at byggja nýggja høvuðsskrivsstovu í sama øki sum nýggju bygningarnir. Samráðingar eru við MTV-Byggivirkið um hesa verkætlanina.

Mortan Vang, stjóri á MTV-Byggivirkið, og Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, skrivaðu undir sáttmálan.

Faroe Ship

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: