Fyrra av tveimum skipum, sum Eimskip í løtuni letur byggja á kinverskari skipasmiðju, er nú sjósett.

Skipið, sum er 180 metrar langt, og 31 metrar breitt, lastar 2150 TEU.

Skipið verður partur av føroyaleiðini, og væntandi latið eigarunum tíðliga komandi summar.

Sum sæst á myndini, so verður hetta skipið eisini skrásett í Føroyum.

Mynd: Jóhann Steinarsson

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author